Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Dísa og Norðlýsið

Høvundur :

Marianne Gade,

Dísa og norðlýsið, Dísa og huldufólkini og Dísa á vandaleið eita tær tríggjar bøkurnar til 5. torleikastig; bøkurnar eru framhald av hvør aðrari og kunnu tí ikki lesast sum sjálvstøðugar bøkur. Søgan er um Dísu, sum býr á barnaheimi. Ein dagin koma foreldrini eftir henni. Søgugongdin fer fram í Íslandi og lýsir stríðið millum ymisku heimarnar og ikki minst trupulleikan í at vita, hvørji eru tey góðu, og hvørji eru tey óndu.

Marianne Gade hevur skrivað. Hon er fødd í 1945 í Danmark. Móðir hennara er úr Íslandi. Marianne Gade, sum er útbúgvin bókavørður, hevur skrivað í nógv ár, fyrstu árini til vaksin, seinastu árini serliga til børn. Hon hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri skriving sína. Í 2006 fekk hon barnabókavirðislønina hjá Aschehoug fyri røðina um Dísu.

Dísa og Norðlýsið
Dísa og Norðlýsið