Skip to main content

Dýr og plantur í fjøruni

Høvundur :

Sigmund Lie, Trond Victor Vedum,

Price :

<p>78.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90028/0/4880/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hent handbók, tá farið verður út at kanna fjøruna. Bókin er ætlað fólkaskúlanum, men kann nýtast av øllum, ið hava áhuga fyri lívinum í fjøruni.
Síðurnar eru plastviðgjørdar, so tær tola meir enn vanligt pappír, og støddin ger, at hon er løtt at hava hjá sær. Góðar litmyndir og upplýsandi tekstir lýsa fjølbroytta lívið í fjøruni. Aftast í bókini eru litmyndir og tekningar av plantum, tara, fiski, krabbadýrum, skeljadýrum og øðrum botndýrum, so væl skuldi borið til at funnið navnið á tí, sum livir í fjøruni.

Sólgerð Andreassen hevur týtt og lagað til føroysk viðurskifti úr norskum. Pól Jespersen, Astrid Andreasen og Sólgerð Andreassen eiga føroysku myndirnar og tekningarnar. Magnus Gaard og Jan Sørensen, lívfrøðingar, hava fakliga viðgjørt handritið.

Dýr og plantur í fjøruni
Dýr og plantur í fjøruni