Skip to main content

Firvaldsbók 6

Høvundur :

Gunnvá Dam,

Price :

<p>68.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/5923/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er á.

Umframt at vera eykatilfar til næmingar, ið arbeiða skjótt, kunnu Firvaldsbøkurnar eisini nýtast sum stuðul at læra seg at lesa – her undir eisini sum serundirvísing.
Mangar uppgávur eru sjálvrættandi, t.e. at annaðhvørt hava tær eitt loysunarorð, ella eisini siga tær, hvussu nógv orð næmingurin skal finna. Niðast á síðuni eru nøkur orð í einum gráum kassa. Hesi orðini kann næmingurin nýta at styðja seg við, tá ið hann loysir uppgávuna.
Uppgávurnar eru stuttligar at loysa! Tær livandi strikumyndirnar hjá Olivuri við Neyst skapa forvitni og áhuga. Umframt at vera eykabók í byrjanarundirvísing eigur Firvaldsbók 5, eins og hinar bøkurnar í røðini, eisini at gera sítt til at økja um hugin hjá næmingunum at læra seg nýggj orð og setningar, umframt at ogna sær gott arbeiðslag.

Firvaldsbók 6
Firvaldsbók 6