Skip to main content

Nem í triðja - Næmingabók

Høvundur :

Anne-Mette Hermansen , Inger-Lise Lund, Stina Abildgaard, Susannne Gjessing, Trine Ferdinand,

Price :

<p>398.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/8024/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Nem í triðja er bókaheild til føroyskt í 3. flokki. Bókaheildin fevnir um næmingabók, netbók og læraravegleiðing. Tilfarið er lagað til úr donskum. Gunnvá Dam hevur týtt og tillagað. Næmingabókin er í sjey pørtum,og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst. Bókaheildin byggir á eina heildaráskoðan, har næmingurin mennir tulkingarførleikar, samskiftisførleikar og sosialar førleikar. Dentur verður lagdur á fjølbroytna og virkisfýsna undirvísing.

Bókin er í sjey pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

  • Skógvarnir siga frá leggur dent á munnligu frásøgnina.
  • Tað grumma leggur dent á grummu søguna – eina søgu við sereyðkennum.
  • Filmurin kallar snýr seg um filmin sum serstakan miðil, har serligar snildir verða nýttar.
  • Nýggj vitan leggur dent á at finna nýggja vitan í yrkisbókmentum og á netinum. Faklig lesing.
  • Í Vit ríma er dentur lagdur á yrkingar og listasniðið í yrkingum.
  • Orðafjas snýr seg um skapandi orðaspæl.
  • Høvuðsevnið í Brýr er skaldskapur á mannamunni við serligum denti á sjónarhorn.

Í bókini eru hesi tekstsløg:  Søgur og søgubrot, yrkingar, rím, skjaldur, fólka- og listævintýr, gátur, filmir og myndir.

Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út. 

Nem í triðja - Næmingabók
Nem í triðja - Næmingabók