Skip to main content

Baldursbráin

Skrivibók

Høvundur :

Hervør Jákupsson,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Bókin er ætlað skrivligum føroyskum í 6. flokki. Á bókini eru bæði bundnar og óbundnar, skrivligar og munnligar uppgávur, mállæruvenjingar, tekstvenjingar og stílar um vanlig gerandisevni. Ein táttur, Hjálp Mariu, eggjar til tvørfakligt samstarv við eitt nú heimkunnleika. Yvirhøvur bjóðar bókin til, at farið verður út úr skúlastovuni við hvørt at savna vitan og kunnleika at viðgera og skriva um í skúlastovuni. Dentur verður lagdur á at arbeiða við evnum, ið øll føroysk børn kenna, eitt nú tíðindabløðum, plantulívi og djóralívi við strendur okkara, føroyska málinum og merkinum.

Baldursbráin
Baldursbráin