Skip to main content

Barnabíblia - 50 bíbliusøgur

Bók við fløgu

Høvundur :

Johannes Møllehave,

Price :

<p>150.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3517/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava givið bókina út í felag. Á Barnabíbliuni eru 50 kendar bíbliusøgur úr Gamla- og Nýggja Testamenti, sum kendi danski presturin, Johannes Møllehave, hevur skrivað. Á Barnabíbliuni er eisini ein fløga. 12 av søgunum eru skrivaðar soleiðis, at tær bera upp á rím, sum sangir, ið børnini saman við góðum sangarum kunnu syngja. Á fløguni eru eisini 12 stuttlig telduspøl. Barnabíblian er ætlað børnum úr trimum upp í nýggju ár.

Johannes Møllehave dugir væl at skriva til børn og vaksin, og Amy Tausen hevur við hepnari hond týtt tekstin til føroyskt. Lise Rønnebæk hevur skapað litføgru myndirnar, ið prýða hvørja síðu í bókini. Myndirnar eru avbera vakrar, gjørdar úr ymiskum tilfari. Sangararnir eru: Una og Lea Skaalum, Guðrun P. Háberg, Kristina á Váli, Dan Syderbø, Páll Danielsen, Eivør Pálsdóttir, Regin Guttesen, Torkil Johannesen, Rasmus Magnussen og Robert McBirnie. Á fløguni eru eisini 12 stuttlig telduspøl. Til dømis ber til hjá børnunum at bjarga lítla Mósesi undan krokodillunum, fella Góliat við sleingibandi, leggja litir á Betlehem og mangt annað.

Barnabíblia - 50 bíbliusøgur
Barnabíblia - 50 bíbliusøgur
  • 150.00 kr.

    Keyp útgávuna