Skip to main content

Eg eigi

Høvundur :

Steinbjørn B. Jacobsen,

Price :

<p>149.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4706/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Teknari :

Bárður Jákupsson

Bókin minnir ikki sørt um Miu og Dia, sum í fleiri ár hevur verið brúkt í skúlanum sum lesibók í teimum yngstu flokkunum. Eitt eyðkennið er, at fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla gerandissøgu, sum børnini hava lætt við at kenna aftur, og sum er løtt at lesa, tí tónin er lættur og skemtingarsamur. Til søgurnar eru hugfangandi og snotiligar heilsíðumyndir, sum stuðla tekstinum. Søgurnar kunnu eisini stuðla børnum til sjálvi at skapa, bera upp ella skriva okkurt líknandi, av tí at tær stuttu og einføldu søgurnar saman við tekningum kunnu birta upp undir barnsins hugflog og skapanarevni. Fýra tær seinastu søgurnar eru samanhangandi.

Aftast í bókini eru fýra barnasangir við prentaðum nótum, sum eru trý løg, ið Jóhannus á Rógvu Joensen hevur smíðað, og eitt enskt fólkalag. Hóast bókin ikki er partur í teirri sonevndu Snípurøðini við lættlesibókum, hevur hon tann gula snípulitin til byrjanarstig og hóskar vegleiðandi sum framíhjálestur í 2. og 3. flokki fólkaskúlans.

Eg eigi
Eg eigi