Skip to main content

Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar

Frøkun Ignora í torninum 6

Høvundur :

Katrine Marie Guldager,

Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, fær knappliga ein dagin vitjan av mammu síni, sum hvarv tá ið Ignora var lítil genta. Hóast Ignora er ill við mammu sína, lovar hon henni inn, men alt er ikki gaman. Katrine Marie Guldager hevur skrivað og Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt til føroyskt. Bókin er væl egnað sum framíhjálesnaður í 2. og 3. flokki. Bókin er bólkað í 3. torleikastigi. Katrine Marie Guldager er fødd 1966. Fyrsta bók hennara kom út í 1994. Hon hevur eitt nú skrivað yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur fyri vaksin. Bøkurnar í røðini um frøkun Ignoru í torninum eru fyrstu barnabøkurnar, hon hevur skrivað.
Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar
Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar