Skip to main content

Minnisspæl

Spæl

Eitt spæl við djóra- og plantumyndum. Her lærir barnið at hugsavna seg og minnast aftur. Um somu tíð lærir tað náttúruna at kenna. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og mennandi.

Spælið stimbrar eisini málið og minni, og barnið lærir at hugsavna seg. Talan er um sonevnt Educa spæl, sum er spanskt dygdarspæl, ið verður framleitt á óteljandi málum og til heimsmarknaðin. Nú eru fleiri Educa spøl á fyrsta sinni á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Spølini eru seks í tali, hini eru: Mær dámar at rokna, At skyna á klokku, Øvut, Ord og mynd og Myndaspæl. Spølini eru slitsterk, fittlig og liggja væl í hondunum.

Minnisspæl
Minnisspæl