Skip to main content

Rokning 4b - Javnbók

Støddfrøði til fólkaskúlan

Høvundur :

Mona Røsseland, Gunnar Nordberg,

Price :

<p>118.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/8427/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Rokning 4b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

Høvuðspartarnir í ROKNING 4 eru:

  • Grundbók a, b
  • Lærarabók a, b
  • Uppgávubók
  • Avritsmappa
  • Hálvársroyndog heilársroynd
  • Heimasíða: snar.fo/rokning

Bókarøðin ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki: • At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi • At laga læringina til hvønn einstakan næming • Fakligt innihald og stigvísa framtøku Tillagað læring Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis, at miðað verður eftir at laga læringina til næmingar á ólíkum fakligum stigum. Týdningarmesta keldan til tillaging er Lærarabókin. Til hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot um, hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari, og hvussu hon kann verða gjørd meiri avbjóðandi hjá teimum næmingum, sum hava tørv á tí. Hetta ger tað lættari hjá læraranum at fremja næmingalagaða undirvísing við dygd og hugdýping í huga. Fakligur greidleiki og umhugsni ROKNING veitir eina neyva lýsing av málunum í námsætlanini á hvørjum stigi. Tey eru at finna í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis, hvørji faklig mál eru tey mest viðkomandi í hvørjum kapitli. Harumframt eru málini neyvari lýst fyri hvørja síðu í grundbókunum. Tí er lættari at draga fram júst hesi málini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað, útint og/ella eftirmett, og tá ið tað verður viðgjørt saman við næmingunum: • Hvat er tað, vit nú fara at læra? Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan? • Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum uppgávunum?

Rokning 4b - Javnbók
Rokning 4b - Javnbók