Skip to main content

Skygni 0 - Læraravegleiðing

Læraravegleiðing

Høvundur :

Benny Syberg, Henry Schultz, Ivan Christensen,

Price :

<p>598.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5842/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Skygni 0 er tilfar til forskúla ella byrjanarundirvísing í rokning. Næmingabókin er ein einnýtslubók við 64 blaðsíðum og nógvum litríkum tekningum.

Í Skygni 0 arbeiða børnini við hugtøkum, sum eru týdningarmikil fyri fyrstu fetini í støddfrøði. Tey skulu arbeiða sjálvstøðugt við uppgávum sum menna teirra talfatan. Børnini læra at telja, leggja saman, skriva tøl og fáa sínar fyrstu royndir í geometri.

Á virknissíðunum, ella v-síðunum, verður arbeitt við fyribrigdum úr náttúruni, sum børnini kenna aftur úr gerandisdegnum.

Á permu og aðra staðni í bókini hitta børnini fryntarnar. Hetta eru smáar verur, sum á mangan hátt líkjast menniskjum. Við myndum í bókini, søgum og práti fáa børnini kunnleika um lívið hjá hesum serligu verum, sum eisini skulu læra seg at telja og leggja saman.

Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen hava týtt og tillagað bøkurnar til føroyskt eftir Henry Schultz, Benny Syberg og Ivan Christensen.

Skygni 0 - Læraravegleiðing
Skygni 0 - Læraravegleiðing