Skip to main content

Skygni 1A - Næmingabók

Næmingabók

Høvundur :

Ivan Christensen, Henry Schultz, Benny Syberg,

Price :

<p>98.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4890/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hetta er roknibók til 1. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 1. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og talfatanina hjá børnunum. Á næmingabókini er ein myndatalva av Fryntavík, ið børnini kunnu heingja upp heima við hús. Eitt hugskot er at byrja skúlaárið við at lesa upp Fryntarnir og teirra øki, meðan nógv børn og foreldur eru til staðar. Øll kunnu so síggja tekningina av Fryntavík. Skúlin fær eina størri myndatalvu at heingja upp í skúlastovuni. Soleiðis kunnu børnini altíð hava hendan ævintýrheim fyri eyga. Til bókaheildina eru Læraramappa og Avritsmappa.

Nýggja roknibókin er fyrsta bókin í eini nýggjari dagførdari røð av roknibókum til fólkaskúlan, har føroyski gerandisdagurin er grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Støddfrøðin er ikki bara eitt amboð at brúka í gerandisdegnum. Hon hevur eisini sín egna heim eins og t.d. skaldskapur, tónleikur, málningalist og ítróttur. Á hesum støddfrøðiheimi fara næmingarnir at ferðast tíðum. Nýggja tilfarið leggur eisini upp til at arbeiða við ymiskum tilfari, t.d. ítøkiligum lutum, spølum og avritssíðum. Haraftrat verður lagt upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Børnini skulu eggjast til at undrast og til sjálv at koma við hugskotum til loysnir, sum tey síðani kunnu royna og at enda greiða flokkinum frá.

Skygni 1A - Næmingabók
Skygni 1A - Næmingabók