Skip to main content

Skygni 4 - Næmingabók

Støddfrøði

Høvundur :

Benny Syberg, Henry Schultz, Ivan Christensen,

Price :

<p>288.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5776/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki. Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er torleikastigið eitt vet hægri. Umframt grønar og bláar síður eru blandaðar uppgávur á teimum reyðu síðunum.

Skygni 4 tekur ymisk evni upp í undirvísingina. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti. Til bókina Skygni 4 er ein avritsmappa og ein læraravegleiðing.

Í avritsmappuni eru eyka uppgávur, virknissíður og svarlisti til avritsmappuna. Í læraravegleiðingini eru viðmerkingar til flestu síður. Har eru eisini virknissíður, tænastusíður og støðuroyndir við svarlista. Bókin leggur upp til virkni og samstarv. Í næmingabókini eru 5 temu, sum við mátingum, útrokningum og royndum vísa støddfrøðina í nýtslu. Temuni eru: Hæddir, Keyp og prísir, Rómartøl, Føroyar og Ferðsla.

Skygni 4 - Næmingabók
Skygni 4 - Næmingabók