Landafrøði 3 - page 141

OSIANIA
141
Men tey vóru nógv, sum ikki fluttu av egnum vilja. Seinast í 18. øld
varð Avstralia ein stór fangalega, og hagar sendu onglendingar ein part
av sínum revsifangum.
So við og við fluttu eisini bøndur, hvalaveiðimenn, gullgravarar og
nógv onnur fólk til Avstralia og Nýsælands. Tey flestu komu úr Bret­
landi og Írlandi.
Harðskapur og morð
Tað vardi fá ár, so vóru evropeararnir fleiri í tali enn upprunafólkið.
Evropearar fóru ógvuliga illa við upprunafólkinum, ið verða nevnd
aboriginar, og talið á teimum minkaði í stórum.
Ringast var skilið í Tasmania, ein oyggj, sum er partur av Avstralia.
Tá ið tey fyrstu hvítu niðursetufólkini komu, búðu um leið 7.000
tasmanar har. Men so fóru evropeararnir at drepa menninar til stutt­
leikar. Konurnar og børnini vórðu latin revsifangunum á oynni. Nøkur
áratíggju seinni varð stovnað eitt reservat til tær neyðarsligu leivdirnar
av tasmanska fólkinum, eini 190 í tali, sum vóru komin undan ræðu­
leikunum á lívi. Í 1876 doyði tann seinasti tasmanin, og ein fleiri
túsund ára gomul mentan var oydd.
Eisini aðrastaðni í Osiania fingu fólk sera ringa viðferð. Tá ið teir
fyrstu evropeararnir komu í land í Nýsælandi, verður mett, at um leið
250.000 maorar búðu har. Hundrað ár seinni vóru bara 40.000 eftir.
Nógvir maorar doyðu av teimum sjúkum, sum evropearar høvdu við
sær, aðrir í bardaga ella av ringari viðferð.
Mynd, sum aboriginar
hava gjørt úr børki. Hon
vísir til eina frumsøgn
hjá teimum um tey fyrstu
menniskjuni á jørðini.
Myndin er úr Arnhem
Land í Avstralia.
I...,131,132,133,134,135,136,137,138,139,140 142,143,144,145,146,147,148,149,150,151,...172
Powered by FlippingBook