OSIANIA
143
Gott pláss
Osiania er tann heimsparturin, har fæst fólk búgva. Har
búgva um leið 34 milliónir fólk. Tað er um leið eitt hálvt
prosent av øllum fólkum í heiminum.
Tískil er hesin heimsparturin ógvuliga strálbygdur. Til
dømis búgva bara 20 milliónir fólk í Avstralia, hóast landið
er tvær ferðir so stórt sum India – og har býr meiri enn ein
milliard. Harumframt býr meiri enn helvtin av fólkinum
í Avstralia í teimum fimm stóru býunum. Stórir partar av
Avstralia eru fólkatómir.
Eisini í Nýsælandi hava tey flestu gott pláss, tí landið
er strálbygt. Helvtin av teimum fýra milliónum fólkunum
býr í norðasta parti av landinum, tað er í og uttan um
Auckland.
Gongdin í fólkatalinum
Í teimum flestu londunum í Osiania veksur fólkatalið. Í
Avstralia og Nýsælandi er tann natúrligi fólkavøksturin
lítil. Har eru tað fyrst og fremst teir mongu tilflytararnir,
sum gera, at fólkatalið veksur. Nú á døgum koma teir fyrst
og fremst úr Asia og úr oyggjunum í Suðurhavinum.
Bæði í Avstralia og Nýsælandi flyta nógv fólk av bygd í
bý. So statt minkar fólkatalið nógvastaðni á bygd.
Á summum oyggjum í Kyrrahavi minkar fólkatalið, tí
so nógv flyta burtur haðani. Tey flestu flyta til Nýsælands.
Har búgva fleiri fólk úr Tokelau, Cooksoyggjum og Niue
enn talið á fólkum, sum býr eftir í hesum oyggjabólkunum.
Tann býurin, har flestu fólk av polynesiskum uppruna
búgva, er nú ikki í Polynesia, men í Nýsælandi. Í Auckland
búgva nevniliga meiri enn 100.000 fólk, sum eru flutt
hagar úr teimum polynesisku oyggjunum.
Melbourne í landsynningspartinum í Avstralia verður stundum
nevndur næststørsti býur í Grikkalandi, tí at so nógvir grikkar
búgva har.