138
OSIANIA
Vágar, Suðuroy og Nólsoy, ella eitt sindur meiri enn hálvar Føroyar.
Men tað er so langt ímillum oyggjarnar í Kiribati, at sjóøkið er líka
stórt sum alt India. Í Kiribati búgva um leið 100.000 fólk.
Fimm øki
Osiania kann verða býtt í 5 øki:
Avstralia, Nýsæland, Melanesia,
Mikronesia
og
Polynesia
. Avstralia er tað størsta økið og fevnir um
næstan 90 prosent av øllum landøkinum. Meiri enn helvtin av fólkinum
í hesum heimsparti býr í Avstralia.
Í Melanesia eru fýra sjálvstøðug lond: Papua Nýguinea, Sálomons
oyggjar, Vanuatu og Fiji. Melanesia merkir „tær svørtu oyggjarnar”.
Navnið kemur av tí, at næstan øll fólkini har hava myrkan húðarlit.
Polynesia fevnir um londini Tonga, Samoa og Tuvalu, ið øll eru sett
saman av nógvum oyggjum. Polynesia merkir „tær nógvu oyggjarnar”.
Til Mikronesia, sum merkir „tær smáu oyggjarnar”, hoyra londini
Kiribati, Nauru, Marshalloyggjar, Mikronesiasamveldið og Belau. Til
samans búgva færri enn 320.000 fólk í hesum londunum.
Nøkur øki, sum ikki eru sjálvstøðug lond, hoyra eisini til Osiania.
Har eru til samans 14 sjálvstøðug lond og 13 øki, sum hoyra til onnur
lond.
Stórir og smáir býir
Teir størstu býirnir í Osiania eru í Avstralia. Tann størsti er Sydney,
har um leið fýra milliónir fólk búgva. Í Melbourne búgva um leið
tríggjar milliónir. Eisini Brisbane, Perth og Adelaide eru milliónabýir;
tað vil siga, at har búgva fleiri enn ein millión fólk. Í høvuðsstaðnum,
Canberra, búgva kortini einans 300.000 fólk.
Høvuðsstaðurin í Nýsælandi, Wellington, er nakað tað sama til
støddar sum Canberra. Størsti býurin er Auckland, har meira enn ein
millión fólk búgva.
Bæði í Avstralia og Nýsælandi búgva um leið 85 prosent av fólkinum
í býum. Í Papua Nýguinea er beint øvut. Har búgva 85 prosent av
teimum um leið 6 milliónum fólkunum á bygd, og býirnir eru smáir.
Auckland er størsti býurin í
Nýsælandi, og har búgva eisini
flest fólk av polynesiskum
uppruna.