Landafrøði 3 - page 130

130
SUÐURAMERIKA
Vandar fyri menniskju og umhvørvi
Stórt trýst verður lagt á londini í Suðuramerika, tá ið tað snýr seg um
at gagnnýta ríkidømið, sum har er at finna – mineral, steinrunnin
brennievni, skóg, fruktagóða jørð o.s.fr. Náttúruríkidømið kann veita
londunum týðandi inntøkur, og tað kann koma mongum til góðar.
Men samstundis eru onnur í vanda fyri at missa sítt lívsgrundarlag.
Tá ið farið verður undir at útvinna náttúruríkidømi, gongur tað ofta
harðliga út yvir upprunafólkið. Til dømis hava túsundtals fólk verið
noydd at flyta í sambandi við, at vatnbyrgingar eru bygdar.
Cubatão er ein týðandi ídnaðarbýur
sunnarlaga í Brasil. Luftin og lendið í
býnum og har um leið eru so dálkað
og eitrað, at økið verður nevnt
Deyðans dalur.
I...,120,121,122,123,124,125,126,127,128,129 131,132,133,134,135,136,137,138,139,140,...172
Powered by FlippingBook