Landafrøði 3 - page 123

SUÐURAMERIKA
123
Andesfjøllini ávirka veðurlagið
Í Suðuramerika eru eins og í hinum heimspørtunum næstan øll sløg av
veðurlag og vakstrarøkjum. Veðurlagið verður m.a. ávirkað av teimum
høgu Andesfjøllunum.
Frá slavnum regnskógi til
heimsins turrastu oyðimørk
Amazonas liggur som eitt breitt grønt belti báðumegin miðkring. Í
meginpartinum av láglendinum er
tropiskur regnskógur
. Har er
tropiskt
regnskógarveðurlag
, heitt og slavið alt árið, og har er so at siga eingin
munur á árstíðunum.
Norðan fyri og sunnan fyri regnskógarbeltið regnar minni. Har eru
stór øki við
savannuveðurlag
, og har eru stórar
savannur.
Hetta stóra láglendið er vestantil avmarkað av Andesfjøllum. Uppi
í fjøllunum er kalt og turt. Har er eyðkent
fjallaveðurlag
. Tá hevur
hæddin meiri at siga, enn hvussu nær tað er við miðkring.
Í Atacamaoyðimørkini í Kili kunnu ganga
fleiri ár ímillum, at tað regnar. Kortini er
onkur vøkstur, sum klárar seg.
I...,113,114,115,116,117,118,119,120,121,122 124,125,126,127,128,129,130,131,132,133,...172
Powered by FlippingBook