Landafrøði 3 - page 115

SUÐURAMERIKA
115
Hjálondini gerast sjálvstøðug
Fyrst í 19. øld gjørdust tey flestu hjálondini í Suðuramerika sjálvstøðug
lond. Tey sponsku og portugisisku hjálondini fingu sær frælsi frá
móðurlondunum í Evropa, og fleiri sjálvstøðugir statir vórðu til. Hetta
hevði tó ikki við sær, at upprunafólkið aftur fekk ræðið í landi sínum.
Valdið fekk tann evropeiska yvirstættin, sum ikki longur vildi lata seg
stýra av londum langt burtur.
Hjálandaveldini, sum høvdu ræðið á landnyrðingspartinum í Suður­
amerika, vórðu verandi væl longur. Bretskt Gujana og Niðurlendskt
Gujana fingu ikki sjálvstýri fyrr enn í 1960-árunum og 1970-árunum,
og tá fingu tey nøvnini Gujana og Surinam. Franska Gujana er fram­
vegis hjáland.
Fyrstu hjálondini vóru í Suðuramerika
Um tað mundið, tá ið tey flestu londini í Suðuramerika gjørdust
sjálvstøðug, var meginparturin av Afrika ikki enn vorðin hjáland.
Evropearar høvdu ikki enn tikið ræðið har. Afrika varð ikki hjáland
fyrr enn 300 ár eftir, at Suðuramerika var vorðið hjáland.
Surinam fekk sum eitt tað seinasta
landið í Suðuramerika sjálvstýri í
1975. Aluminium er týdningarmesta
útflutningsvøran hjá Surinam.
Nógv indiansk fólkasløg í
Suðuramerika (og Mið-
amerika) halda seg fram-
vegis vera eins og hjálond.
Hvat munnu tey tá meina
við?
?
I...,105,106,107,108,109,110,111,112,113,114 116,117,118,119,120,121,122,123,124,125,...172
Powered by FlippingBook