106
SUÐURAMERIKA
Suðuramerika
Gøtubørn, fátækrabýlingar, regnskógir, ið minka,
og ófør fótbóltslið – tað er alt við í myndini, sum
vit ofta fáa av Suðuramerika Men har er sjálvandi
eisini mangt annað, so sum stórstaðir, batnandi
lívskor, framkomin ídnaður og óspilt náttúra Í
Suðuramerika er hægsti fossurin í heiminum og
størsti regnskógurin, áin við mesta vatninum og
turrasta oyðimørkin, tann høvuðsstaðurin, sum er
hægst uppi, og sunnasti býurin í heiminum
BRASIL
NORÐARA
SUÐURAMERIKA
SUNNARA
SUÐURAMERIKA
VESTARA
SUÐURAMERIKA
Ein hermaður heldur
vakt við ein bygning
í Paramo de Berlin, Santander
í Kolumbia.