112
SUÐURAMERIKA
Søga
Søgan hjá menniskjum er styttri í Suðuramerika enn í hinum heims
pørtunum. Eingin veit tó fyri vist, hvussu langt aftur hon røkkur.
Menniskju búðu í Suðuramerika fyri 14.000 árum síðan; tey vóru
komin norðaneftir. Summir granskarar vilja vera við, at menniskju
hava búð har nógv longri enn so, kanska 35.000 ár. Fornfrøðingar hava
funnið lutir, sum benda á tað.
Fyri meiri enn 5.000 árum síðan fóru fólk í Suðuramerika at velta
mais, og so við og við vórðu landbúnaðarsamfeløg til. Summi av hesum
samfeløgum høvdu framkomnar vatningarskipanir og flutningsskip
anir. Tað størsta og kendasta samfelagið var Inkaríkið.
Inkaríkið – eitt stórt land við framkomnari mentan
Inkaríkið varð skipað í 13. øld. Í 1400-árunum var tað eitt ríki, sum
fevndi um meginpartin av vestara Suðuramerika. Býurin Cuzco í
núverandi Peru var høvuðsstaður í Inkaríkinum.
Inkaríkið var bæði stórt og sterkt, og landið var sera væl skipað.
1 500 2 000 km
0
500 1 000
KYRRAHAV
ATLANTSHAV
Amasoná
M
i
ð
k
r
i
n
g
u
r
A
n
d
e
s
f
j
ø
l
l
S
u
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
I
N
K
A
-
R
I
K
E
T
A
n
d
e
s
f
j
ø
l
l
Cuzco
Machu Picchu
VENESUELA
GUJANA
SURINAM
KOLUMBIA
PERU
EKVADOR
BRASIL
BOLIVIA
PARAGUAI
URUGUAI
ARGENTINA
KILI
FRANSKA
GUJANA
So stórt var Inkaríkið, tá tað í 15. øld var í hæddini.
Tað er ikki lætt at koma til inkabýin
Machu Picchu, sum doyði út og
varð fjaldur av trøum og øðrum
plantuvøkstri. Hann varð ikki funnin
aftur fyrr enn í 1911. Nú á døgum er
hann kent ferðamál.