122
SUÐURAMERIKA
Llanos og Pampas
Tvey onnur stór láglendi eru Llanos har norðuri og Pampas har suðuri.
Llanos er í Kolumbia og Venesuela. Pampas er ein ómetaliga stórur
grasslætti, sum røkkur um stórar partar av Argentina, Uruguai,
Paraguai og sunnasta partin av Brasil.
Pampas er týdningarmesta landbúnaðarøkið í Suðuramerika, bæði
til at velta mais og hveiti og til neytahald. Nær við er tann 290 km langa
víkin, sum eitur Rio de la Plata. Har eru tveir stórir havnarbýir, Buenos
Aires og Montevideo, hvør sínumegin víkina, og haðani verður hveiti
og kjøt lastað í skip, sum flyta tað um allan heim.
Myndin er av Entre Rios í Argentina.