Landafrøði 3 - page 119

SUÐURAMERIKA
119
Kristindómur og politikkur
Spaniólar og portugisar høvdu kristnu trúnna við sær til Suðuramerika.
Nú á døgum verður mett, at 90 prosent ella meiri av fólkinum í hesum
heimsparti eru katolikkar. Nógvir bólkar hava tó blandað partar av
tí upprunaliga átrúnaðinum upp í tann innflutta kristindómin. Tí er
kristindómurin eitt sindur broyttur og blandaður, eins og tað eisini er
hent aðrastaðni í heiminum.
Nógvir katólskir prestar í Suðuramerika (og Miðamerika) taka
politiska støðu og eru virknir í arbeiðinum at stuðla teimum fátækastu
fólkunum. Hesir prestarnir halda, at kristindómurin eigur at hjálpa til
at bjarga fólki undan t.d. fátækadømi, sjúku og kriminaliteti.
Nógvastaðni í Suðuramerika er
kristindómur blandaður saman
við staðbundnar átrúnaðir. Her
hava viðhaldsfólk hjá Tia Neiva-
felagsskapinum í Brasil eitt ritual.
I...,109,110,111,112,113,114,115,116,117,118 120,121,122,123,124,125,126,127,128,129,...172
Powered by FlippingBook