NORÐURAMERIKA
97
Ódnir
Við jøvnum millumbilum eru
tropiskar ódnir
í Karibia, landsynnings
partinum í USA og pørtum av Miðamerika. Ódnirnar hava glopraregn
við sær.
Tropiskar ódnir verða til uppi yvir heitum sjógvi, tá ið heit, slavin
luft fer uppeftir og fer at mala í ring. Fyrst melur ódnin spakuliga runt,
men tá ið hon kemur inn yvir land, kann ferðin vera komin upp í 300
kilometrar um tíman. Tað svarar til um leið 83 m/s. Ein ógvislig ódn,
sum fer inn yvir land, kann oyðileggja alt, sum fyri er – hús, bilar,
akrar, skógir.
Í 1998 doyðu túsundtals fólk í Miðamerika av ódnini Mitch. Hon
oyðilegði so nógv í teimum londunum, sum hon rakti, at tað tók fleiri
ár at byggja uppaftur.
Í august 2005 gjørdi ódnin Katrina stóran skaða, serliga í New
Orleans. Um leið fólk 1.500 fólk lótu lív í ódnini, og líka so nógv
afturat doyðu av fylgjunum av henni. Ódnin Katrina gjørdi skaða fyri
600 milliardir krónur.
Tropiskar ódnir verða ból-
kaðar eftir vindferð
Bólkur
metrar um sekundið
1
32,5–42,4
2
42,5–49,9
3
50,0–57,9
4
58,0–68,9
5
> 69,0
Soleiðis verður ein tropisk ódn til
Í USA eru ofta melduródnir.
Slíkar melduródnir kunnu elva
til stóran skaða, men vanliga
bara á einum lítlum øki. Á
myndini er ein melduródn yvir
Mulvano, Kansas, USA.
Eygað á ódnini
Heit og slavin luft
fer upp av sjónum
og verður køld
Sjóvarhitin er oman fyri 27°C
Luftin, sum fer uppeftir, fer at
mala skjótari og skjótari runt
og veksur uppeftir
Luft uttaneftir verður sogin
upp í ta yvirvaksnu hvirluna
Tá ið ódnin kemur inn yvir land,
kólnar hon og linkar burtur
Passatvindur