Landafrøði 3 - page 90

90
NORÐURAMERIKA
Mál og átrúnaður
Tvey mál verða fram um onnur brúkt í Norðuramerika: enskt og
spanskt. Enskt verður tosað í USA og meginpartinum av Kanada.
Eisini í Belis og nógvum av oyggjunum í Karibia er enskt fyrsta málið.
Hesi økini vóru áður bretsk hjálond.
Spanskt verður tosað í Miðamerika og nógvum oyggjum í Karibia.
Harumframt eru nógv í USA, sum tosa spanskt, serliga sunnarlaga í
landinum og í stórbýunum.
Enn eitt týðandi mál er franskt, sumverður tosað í pørtumav Kanada
og í Karibia. Á einstøkum oyggjum í Karibia tosa tey niðurlendskt; tað
er har, sum oyggjarnar framvegis eru niðurlendsk hjálond. Men tað
Sunnarlaga í USA hevur ein stórur
partur av fólkinum spanskt sum
sítt fyrsta mál, og nógv skelti eru á
tveimummálum.
I...,80,81,82,83,84,85,86,87,88,89 91,92,93,94,95,96,97,98,99,100,...172
Powered by FlippingBook