80
NORÐURAMERIKA
Tað ber altíð til at hyggja at onkrari sjónvarpssending
úr Norðuramerika. Kanska háhús á Manhattan í New
York, motorvegir rundan um Los Angeles ella løgnir
klettar í einari oyðimørk. Vit kenna nógv amerikonsk
umhvørvi aftur úr filmum og sjónvarpsrøðum. Nógv,
sum vit nýta ella møta í gerandisdegnum, stavar
úr hesum heimspartinum – burgarar, bananir,
rokktónleikur, telduforrit ... Men har eisini mangt og
hvat, sum vit sjáldan ella ongantíð hoyra talan um.
Lond og øki
Norðuramerika er bæði meginland og heimspartur. Tað røkkur úr
norðasta Grønlandi, um leið 700 kilometrar frá norðpólinum, suður
til markið millum Panama og Kolumbia, um leið 800 kilometrar frá
miðkringi. Á hesum meginlandi búgva fólk úr øllum heraðshornum,
og her verða so at siga øll heimsins mál tosað.
Í Norðuramerika er tað næststørsta landið í heiminum, Kanada,
men har eru eisini nógvar smáar oyggjatjóðir, sum flestu
okkara lítið og einki vita um. Í hesum heims
partinum er eisini máttmiklasta land í
heiminum, USA. Til samans eru 23 lond í
Norðuramerika.
Øki
Í hesari bókini rokna vit Miðamerika
upp í Norðuramerika, og heims
parturin verður býttur í hesi øki:
NorðaraNorðuramerika
,
Miðamerika
og
Karibia
, ella
Vesturindia
, sum tað
eisini verður nevnt.
Norðuramerika
Í Alaska og norðar-
laga í Kanada livir tann
brúna bjørnin, sum her eitur
grisslibjørn.