Landafrøði 3 - page 78

78
EVROPA
VIT STEÐGA Á Í AFRIKA
Sansibar–ferðamál í túsundtalsár
Úti fyri eysturafrikonsku strondini, beint sunnan fyri miðkring,
er Sansibar Unguja eitur oyggin á málinum, sum verður tosað
har, svahili Ferðafólk úr øllum heimi ferðast hagar at svimja
við tær frálíku strendurnar Men tað er einki nýtt, at fólk úr
øllum heraðshornum ferðast til Sansibar Ferðandi eru komin
hagar í minst 8 000 ár Tey fyrstu vóru fiskimenn av afrikanska
meginlandinum 3 000–4 000 ár seinni komu sumerar úr tí
landinum, sum nú eitur Irak
Av tí at oyggin liggur so væl fyri, gjørdu tey eina havn har fyri
túsundtals árum síðan. Handilsmenn úr øllum heimi høvdu áhuga
fyri oynni. Teir komu hagar úr Assýria (í núverandi Irak), Fønikia (í
núverandi Libanon), Persia (núverandi Iran), Jemen og India, fyrst
og fremst at keypa og selja. Arabar, grikkar, rómverjar og egyptar
búsettust á Sansibar. Longu fyri 2.000 árum síðan vóru kinesiskar
vørur á oynni. Fyri 1.000 árum síðan komu fólk úr Malaisia og
Indonesia. Síðan 16. øld hevur oyggin hoyrt til Portugal, Oman,
Týskland og Bretland.
I...,68,69,70,71,72,73,74,75,76,77 79,80,81,82,83,84,85,86,87,88,...172
Powered by FlippingBook