Landafrøði 3 - page 88

88
NORÐURAMERIKA
Hinvegin er sera fjølbygt aðrastaðni í USA, til dømis í stakríkjunum
í landnyrðingspartinum rundan um Washington D.C., New York og
Boston og í pørtum av Florida og Kalifornia.
Tann stóra tilflytingin og trælahandilin hava gjørt, at USA er
eitt land við sera blandaðum fólkasløgum. Men tey búgva ikki altíð
blandað. Til dømis er tað soleiðis í Detroit, at um leið 75 prosent av
teimum svørtu búgva inni í miðbýnum, og meginparturin av teimum
hvítu býr í forstøðunum.
Meksikobýur – millum størstu býir í heiminum
Mitt í Meksiko, tað er í økinum rundan um høvuðsstaðin Meksikobý,
búgva sera nógv fólk. Meksikobýur er ein tann størsti stórstaðurin í
heiminum, har búgva meira enn 20 milliónir fólk. Mitt í 1990-árunum
Minnesota, eitt stakríki norðarlaga í USA. Um leið 1,5 millión fólk í Minnesota eru
ættað úr Norðurlondum.
Norðurlond í USA
Millum 1850 og 1930
fluttu fólk í hópatali úr
Norðurlondum til USA.
Úr Svøríki fór meira
enn ein millión fólk.
Mong teirra búsettust í
økjum, har veðurlagið og
gróðrarlíkindini líktust tí,
sum tey vóru von við. Í ellivu
stakríkjum í USA eru býir,
sum eita Stockholm. Har eru
eisini støð, ið eita sovorðið
sumMalmö, Uppsala, Falun
og Kalmar.
I...,78,79,80,81,82,83,84,85,86,87 89,90,91,92,93,94,95,96,97,98,...172
Powered by FlippingBook