Landafrøði 3 - page 87

NORÐURAMERIKA
87
Fjølbygt ella oyðið
Í Norðuramerika eru stór øki, sum er fólkatóm, og har eru eisini stór­
staðir, sum eru millum teir størstu í heiminum. Northwest Territories
og Nunavut norðast í Kanada eru til samans líka stór sum India, men
har búgva bara 50.000 fólk. Meginparturin av fólkinum í Kanada býr
minni enn 300 kilometrar frá markinum til USA.
Av londunum í Miðamerika er El Salvador tað fjølbygdasta, um leið
320 íbúgvar fyri hvønn ferkilometur.
Á teimum flestu oyggjunum í Karibia búgva nógv fólk í mun til
støddina á oynni. Tættast búgva tey á oynni Barbados.
USA – eitt land við nógvum ymiskum fólkasløgum
USA er sera fólkaríkt land, um leið 300 milliónir búgva har. Tað er
triðistørsta fólkatal í heiminum. Bara í Kina og í India búgva fleiri
fólk. Fyri 500 árum síðan búðu einans um leið fýra milliónir fólk í
økinum. Síðan eru milliónir av menniskjum flutt hagar úr øllum heimi.
Framvegis er kortini strálbygt í stórum økjum, til dømis í statunum
Alaska, Wyoming og Montana.
Í stórum pørtum av Kanada er alt
nálaskógur. Har er strálbygt. Megin­
parturin av fólkinum býr í býum fram
við markinum til USA.
I...,77,78,79,80,81,82,83,84,85,86 88,89,90,91,92,93,94,95,96,97,...172
Powered by FlippingBook