AFRIKA
77
Tá ið umhvørvið fær skaða ella broytist
Ofta verður tikið til, at Afrika er illa fyri av tí, at umhvørvið fær
ringan skaða av veðurlagsbroytingum o.ø. At oyðimerkurnar vaksa,
regnskógurin hvørvur og at jørðildið verður máað burtur av regni og
øðrum. Mong eru tey, sum halda, at afrikanar ikki gagnnýta lendið
við nóg stórum skynsemi, og at tað elvir til, at jørðildið nógvastaðni
verður máað burtur. Ella verður bøurin bitin á svaðasvørði, tí at ov
nógv húsdýr ganga á beiti har. Tá ið umhvørvið verður oyðilagt, ber
tað í sær, at fólkini, sum har búgva, verða fátækari, og kanska verður
hungursneyð. Og so noyðast tey at flyta burtur haðani.
Rætt er tað, at nógv vandamál eru viðvíkjandi umhvørvinum
í Afrika. Men har eru eisini stór øki, har umhvørvið ikki fær skaða.
Flestu bøndur vita, hvussu teir skulu gagnnýta jørðina á ein hátt, sum
er góður fyri umhvørvið.
Teir afrikanar, sum eru medvirkandi til, at umhvørvið fær skaða,
hava sum oftast einki í at velja. Fátækadømi, kríggj og órættvísi noyðir
teir at nýta lendið á ein hátt, sum er skaðiligur fyri umhvørvið.
Náttúran lekir síni sár
Tað hevur eisini víst seg, at náttúran, betur enn áður varð hildið,
megnar at koma fyri seg aftur. Leingi hildu fólk, at Sahara alla tíðina
vaks, og at orsøkin var at finna í virksemi hjá menniskjum. Men
fylgisveinamyndir vísa, at viðhvørt minkar oyðimørkin eisini. Størsta
orsøkin til broytingarnar er, at viðhvørt eru fleiri ár á rað, har tað regnar
óvanliga nógv ella óvanliga lítið. Í vátum tíðarskeiðum tekur gróðurin
dik á seg og fjalir steinar og sand í oyðimørkini. Í turrum tíðarskeiðum
sæst, at oyðimørkin veksur.
Tað, ið sær út sum umhvørvisoyðing, er kanska bara natúrligar
broytingar í veðurlagnum. Tey fólkini, sum gagnnýta jørðina í Afrika,
hava lært seg at laga seg eftir hesum broytingum.
Trø, sum fólk hava sett niður
Í Guinea í Vesturafrika er eitt øki, har nógvar smáar skógir eru. Leingi
varð hildið, at hetta vóru leivdir av stórum, samanhangandi skógum, sum
fólkini á staðnum høvdu høgt og næstan gjørt enda á. Men eftir at hava
tosað við íbúgvarnar og granskað loftmyndir funnu tey fram til, at tað er
øvut. Langt afturi í tíðini var eingin skógur har. Tann skógurin, sum nú er
har, hava menniskju sjálv plantað.