AFRIKA
67
Frá oyðimørk til tropiskan regnskóg
Í Afrika eru nógv ymisk sløg av veðurlagi og tí eisini ymisk
vakstrarøki. Summastaðni er sera turt, og aðrastaðni regnar næstan
altíð. Summastaðni er altíð heitt, og aðrastaðni kavar viðhvørt.
Regnskógur og savanna
Viðmiðkring er
tropiskt regnskógarveðurlag
. Har er altíð heitt og slavið.
Í hesum økinum verða tropisk lágtrýst til, og tey elva til nógv regn
næstan hvønn dag alt árið. Í hesum veðurlagnum vaksa teir
tropisku
regnskógirnir
, sumeru eftir í Afrika.Mest er til av tropiskum regnskógi
í vestara Afrika, men hann er eisini eystarlaga á Madagaskar.
Við miðkring í Eysturafrika er tó næstan eingin regnskógur.
Tað stendst millum annað av teimum høgu Ruwenzorifjøllunum
á markinum millum Kongo (Kinshasa) og Uganda. Fjøllini forða
regnskýggjunum vestaneftir í at sleppa eysturum.
Veðurlagið í Eysturafrika verður hinvegin ávirkað av
monsun
vindunum
, sum fylgja árstíðunum. Um summarið verða monsun
vindarnir til úti á Indiahavi, og um veturin verða teir til inni á
asiatiska meginlandinum. Summarmonsunur og vetrarmonsunur
gera, at í Eysturafrika eru tvær regntíðir um árið. Innímillum er
turt í veðrinum. Tí hevur meginparturin av Eysturafrika
tropiskt
savannuveðurlag
og stórar
savannur
. Savannur eru opnar grasfløtur,
har einstøk trø ella smáar lundir vaksa; ofta eru tað ymisk sløg av
akasiutrøum.
Tropiskt savannuveðurlag er eisini at finna norðan fyri og sunnan
fyri regnskógarbeltið. Tað regnar bara ávísar regntíðir, sum gerast
styttri og ikki so álítandi, tess longri verður farið burtur frá miðkringi.
Skógurin tynnist og gerst so við og við til savannulandslag.
Steppa, oyðimørk – og miðjarðarhavsveðurlag
Uppaftur longri burtur frá miðkringi er
steppuveðurlag
, sum er turt
og heitt. Har er savannan broytt til
grassteppu
. Avfallið kann vera líka
nógv sum í Føroyum, men kortini er jørðin púra turr. Tað er, tí at
tað er so heitt, at vatnið dampar burtur beinanvegin. Harumframt
kemur regnið ofta sum ógvisligt glopraregn. Tá rennur tað burtur,
áðrenn vøksturin fær stundir at drekka tað í seg.
Norðan fyri og sunnan fyri steppurnar verður veðurlagið enn
turrari, har kunnu ganga fleiri ár ímillum, at tað regnar. Har eru
oyðimerkur.