Landafrøði 3 - page 58

58
AFRIKA
Tann næststørsti heimsparturin
Afrika er bæði meginland og heimspartur. Sum heimspartur er tað
tann næststørsti, bara Asia er størri. Millum norðasta og sunnasta
staðið í Afrika eru um leið 8.000 kilometrar, og millum tað vestasta og
tað eystasta er næstan líka langt.
Harumframt eru tað oyggjarnar í Indiahavi eystan fyri Afrika:
Madagaskar, sum er fjórðstørsta oyggj í heiminum, Móritius, Seyskell­
oyggjar og Komoroyggjar. Í Atlantshavi eru tveir oyggjabólkar, Cabo
Verdeoyggjar og Sao Tomi & Prinsipi.
Afrika fevnir um leið um ein fimtapart av allari landjørðini í verðini.
Tað vil siga, at Afrika er einar tríggjar ferðir so stórt sum Evropa.
Øki og lond
Nógvir mátar eru at býta Afrika í ymsar partar. Ofta verður tosað
um
Norðurafrika
(tað eru londini norðan fyri oyðimørkina Sahara),
Vesturafrika, Afrikahorn, Eysturafrika, Miðafrika
og
sunnara Afrika.
Í 2012 vóru 55 sjálvstøðugir statir í Afrika. Tá eru statir á oyggjunum
fram við meginlandinum taldir við.
Eitt land er framvegis ikki vorðið sjálvstøðugt. Tað er Vestursahara.
Harumframt eru nakrar oyggjar, sum ikki eru sjálvstøðug lond, til
dømis franska oyggin Réunion í Indiahavi og bretska oyggin St. Helena
í Atlantshavi.
Tey størstu londini í vídd eru Algeria, Kongo (Kinshasa) og Sudan.
Bæði Algeria og Kongo (Kinshasa) eru størri enn Grønland, og Sudan
er meiri enn tvær ferðir so stórt sum øll Norðurlond til samans. Tey
fólkaríkastu londini í Afrika eru Nigeria, Etiopia og Egyptaland.
Tvey lond eita Kongo
Tað eru tvey lond, sum eita Kongo, Lýðveldið Kongo og Fólkaræðisliga
Lýðveldið Kongo. Fyri betur at skilja ímillum tey, er vanligt at seta navnið
á høvuðsstaðnum í klombrum aftan fyri navnið á landinum. Kongo
(Kinshasa) æt millum 1971 og 1997 Sair, og tað navnið er framvegis
at finna á nógvum kortum. Í hinum landinum, sum eitur Kongo, er
Brazzaville høvuðsstaður. Londini bæði hava felags landamark.
I...,48,49,50,51,52,53,54,55,56,57 59,60,61,62,63,64,65,66,67,68,...172
Powered by FlippingBook