Landafrøði 3 - page 48

48
ASIA
Landbúnaður
Í Asia livir meginparturin av fólkinum beinleiðis av tí, sum jørðin
gevur. Men í hesum stóra heimsparti eru stórir munir á teimum ymsu
økjunum, bæði viðvíkjandi veðurlagi, søgu, átrúnaði og øðrum. Tí
eru eisini stórir munir á, hvussu tey velta jørðina, og hvussu tey halda
húsdýr.
Rís og hveiti hava stóran týdning
Hjá einum stórum parti av fólkinum í Asia er rís týdningarmesti
maturin. Har, sum til ber at velta nógv rís, búgva nógv fólk. Fram við
Í Banaue á oynni Luzon í Filips­
oyggjum verður so at siga hvør
millimetur av teimum brøttu líðunum
brúktur. Her hevur ifugao-fólkið
í fleiri túsund ár bygt og røkt tær
einastandandi grótbríkarnar, har tey
velta rís.
I...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...172
Powered by FlippingBook