Landafrøði 3 - page 42

42
ASIA
Fjølbroytt náttúra
Í Asia eru veldiga stór fjøll, og eisini stórir, fruktagóðir slættar við
stórum áum.
Men Asia hevur ikki einans hægstu fjøll í heiminum. Tað lægsta
staðið í verðini er Challengerdýpið í Mariandjúpálini. Hon er eystan
fyri Filipsoyggjar í Kyrrahavi, 11.034 metrar undir vatnskorpuni.
Hægsta fjall í heimi
Fjallarøðin Himalaia er tann hægsta í heiminum. Hon tekur seg upp á
marknaleiðini millum India, Nepal, Butan og Tibet (Kina). Í Himalaia
eru 10 fjallatindar, sum eru hægri enn 8.000 metrar. Her er eisini
heimsins hægsta fjall, Mount Everest. Fjallið verður eisini nevnt Sagar­
matha á nepalskum ella Qomolangma á tibetskum.
Fjøllini í fjallarøðini Karakorum eru næstan líka høg. Karakorum er
á marknaleiðini millum India, Pakistan, Kina og Afganistan. Her er
næsthægsta fjall í heiminum, K2 ella Godwin Austin.
Nógvar aðrar fjallarøðir eru í Asia. Tær eru als ikki líka stórar og
høgar sum Himalaia, men har er kortini sera illgongt, og tað hevur
Hægsta fjall í heiminum, Mount Everest,
dregur nógvar fjallaklintrarar at sær.
Hesin fjallaklintrarin hevur strítt seg
niðan á ein tind og ætlar at sveima við
loftsveimara omanaftur.
I...,32,33,34,35,36,37,38,39,40,41 43,44,45,46,47,48,49,50,51,52,...172
Powered by FlippingBook