Landafrøði 3 - page 50

50
ASIA
mikið til av landbúnaðarjørð til øll; ein onnur, at óvissa og ótryggleiki
eru í sambandi við ognarviðurskiftini, og so kann tað eisini vera torført
at uppihalda einari familju við tí, sum jørðin gevur. Í Vesturasia búgva
um leið tveir triðingar av fólkinum í býum. Aðrastaðni í Asia býr um
leið ein triðingur í býum.
Húsdýr
Í stórum pørtum av Asia er so mikið turt ella kalt, at tað ber ikki til at
velta nakra grøði, men ofta ber til at hava húsdýr í staðin.
Norðarlaga í Asia eru fólkasløg, ið hava reindýr sum húsdýr. Eitt av
hesum fólkasløgum eru nenetsar, sum búgva norðast í Russlandi. Hjá
teimum hava reindýrini nógv at siga.
Jakkneyt hava stóran týdning hjá fólkinum, sum livir í hálendinum
inni í Asia, millum annað hjá tibetbúgvum. Jakkneyt hava tjúkkan feld
og tola væl bæði kulda og hæddir.
Í Vesturasia og Miðasia eru stór øki av turrum grasfløtum, oyði­
mørkum og hálvoyðimørkum. Har liva nomadar, sum hava seyð, geitir
ella kamelar.
Eitt fylgi av jakkneytum í Sary-Bulak í Miðkirgisia.
I...,40,41,42,43,44,45,46,47,48,49 51,52,53,54,55,56,57,58,59,60,...172
Powered by FlippingBook