Landafrøði 3 - page 55

ASIA
55
Nógv vóna, at ferðavinnan skal gera Kirgisia ríkari. Landið er
avbera vakurt við kavakløddum fjallatindum, sum eru meira
enn 7.000 metrar høgir. Har er eitt ógvuliga stórt vatn við
frálíkum baðistrondum. Har eru gøtur til gonguferðir, og har
er farvegur av gamlari mentan, til dømis málningar á hellu og
bergi og minni um ta gomlu handilsfarleiðina millum Evropa
og Kina. Men summarið er stutt í Kirgisia, veturin øgiliga
kaldur, og landið er meira enn túsund kilometrar frá sjónum.
Hvussu stóran leiklut kann ferðavinnan fáa í einum slíkum
landi?
Nú á døgum stavar tann størsta
inntøkan hjá Kirgisia frá at selja el,
sum verður framleitt við vatnorku.
Landið flytur eisini út gull og
bummull. Harumframt er lítið og
einki av ídnaði. Nógv av tí, sum er
til sølu í handlunum, er úr Kina. Tað
landið er ikki lætt at kappast við.
Baðistrond í Cholpon–Ata við tað stóra vatnið Issyk–Kul.
Nú á døgum er jørðin í Kirgisia einskild,
og flestu teirra, sum áður vóru arbeiðarar
á felagsgørðunum, hava fingið sína egnu
jørð. Nógvum dámar hetta væl, hóast tað
er trupult at fáast við landbúnað. Trot er
á maskinum, sum virka, vatnleiðing og
viðhvørt eisini á el.
Tey flestu av teimum gomlu minnast ta
farnu tíðina sum eina góða tíð. Tá virkaði
alt, sum tað skuldi, minnast tey, og tá vóru
skúlar og ókeypis sjúkrarøkt.
Tey ungu hugsa ofta øðrvísi. Nú hava
tey frælsi at ferðast hagar, tey vilja.
Fólkið kann ráða í landi sínum og í
egna lívi sínum. Tey hava stórar vónir til
framtíðina.
I...,45,46,47,48,49,50,51,52,53,54 56,57,58,59,60,61,62,63,64,65,...172
Powered by FlippingBook