Landafrøði 3 - page 56

56
AFRIKA
Afrika
Hvat hugsar tú um, tá ið tú hoyrir orðið Afrika?
Nógv seta Afrika í samband við hungursneyð,
skerping, kríggj og farsóttir. Ein heimspartur
við einføldum smáttum og villini dýrum. Ein
heimspartur av fátækadømi ...
Jú, fátækadømið er stórt í Afrika, har eru
nógvar sjúkur, nógvur harðskapur. Men
meginparturin av fólkinum í Afrika livir í friði,
hóast fátækadømi ogórættvísi, og tey flestu fáa
mat í munnin. Í Afrika eru eisini fruktagóðir
akrar, handilsmiðstøðir, háhús og vælferð.
Her búgva menniskju, sum hava áræði og álit
á framtíðini. Talan er ikki um eina einstaka
mynd av Afrika, men nógvar ymiskar!
Marknaðardagur í Soni, Tansania.
Her tekur Nilá seg upp.
I...,46,47,48,49,50,51,52,53,54,55 57,58,59,60,61,62,63,64,65,66,...172
Powered by FlippingBook