Landafrøði 3 - page 51

ASIA
51
Náttúrutilfeingi og ídnaður
Í Asia er so at siga alt tað náttúrutilfeingi, sum eftirspurningur er
eftir. Har er eisini eitt av fremstu ídnaðarlondum í heiminum, Japan.
Nøkur lond í Asia hava eftir fáum áratíggjum ment seg til framkomin
ídnaðarlond, til dømis Suðurkorea og Kina. Í øðrum londum, so sum
Afganistan og Butan, er at kalla eingin ídnaður.
Olja, kol og virðismikil mineral
Í undirgrundini í Asia er nógv olja til, og fleiri av teimum størstu olju­
útflytaralondunum eru í Asia: Saudiarabia, Russland, Kuvait, Iran, Irak
og Indonesia. Nakrir smáir statir, har nógv olja er, hoyra til ríkastu lond
í heiminum, til dømis Brunai, Barain, Katar og Sameindu Emirríkini.
Í Sibiria í Norðurrusslandi er stórt ríkidømi at finna, millum annað
gull, diamantar og kol. Har, sum hetta tilfeingið verður útvunnið, eru
stórir býir vorðnir til á plássum, sum áður vóru fólkatóm. Har er eisini
nógv annað náttúrutilfeingi, sum einki enn er gjørt við, tí at veðurlagið
er so ólagaligt og frástøðurnar so stórar.
Tann nógva oljan hevur gjørt londini
við Persaflógva ómetaliga rík.
Eitt oljureinsiverk í Ras Tanurah í
Saudiarabia.
I...,41,42,43,44,45,46,47,48,49,50 52,53,54,55,56,57,58,59,60,61,...172
Powered by FlippingBook