ASIA
41
Allir teir stóru átrúnaðirnir – og nógvir smáir
Fólkið í Asia hevur nógvar ymiskar átrúnaðir. Allar tær stóru trúar
greinirnar eru at finna har umframt ein hópur av smáum trúarbólkum.
Í kristindóminum hevur Jesus stóran týdning, í islam Muhammed og í
buddismuni Buddha – og allir vóru teir føddir í Asia.
Við Miðjarðarhavið í Vesturasia er Ísrael, har meginparturin av
fólkinum hevur ta jødisku trúnna. Annars er islam nógv tann størsti
átrúnaðurin í Vesturasia. Fleiri milliónir muslimar úr øllum heimi fara á
hvørjum ári pílagrímsferð til heilaga býin Mekka í Saudiarabia.
Eisini longur eysturi er islam ein stórur átrúnaður. Meginparturin av
heimsins muslimum býr í fólkaríku londunum Indonesia, Pakistan og
Bangladesj.
Í India er hinduisman vanligasti átrúnaðurin. Ymisk sløg av buddismu
eru ráðandi átrúnaður í Tailandi og aðrastaðni eystarlaga í Asia umframt
í Sri Lanka sunnan fyri India. Í Kina eru umframt buddismu eisini
konfucianisma og daoisma týðandi átrúnaðir. Daoisma var áður skrivað
taoisma. Í Japan hevur shintoisma stóran týdning.
Tann parturin av fólkinum, sum er kristin, er ikki so stórur í Asia. Tey
flestu kristnu búgva í Russlandi ella í Filipsoyggjum, men smærri bólkar
av kristnum eru at finna í flestøllum londum.
Smáir ættbólkar, bæði í tí køldu oyðimørkini í Sibiria og í teimum
heitu regnskógunum, hava átrúnaðir, sum ikki eru til nakra aðrastaðni.
Istiqlal-moskan í indonesiska
høvuðsstaðnum Jakarta. Í Indonesia
búgva fleiri muslimar enn í nøkrum
øðrum landi í heiminum.