ASIA
39
Tað vil siga, at har búgva 1070 fólk á hvørjum ferkilometri. Í Føroyum
búgva 35 fólk fyri hvønn ferkilometur. Í tí asiatiska partinum av
Russlandi búgva um leið 35 milliónir fólk, ella 2–3 fólk fyri hvønn
ferkilometur.
Summastaðni fjølbygt, aðrastaðni strálbygt
Tað er sera ójavnt, hvussu nógv fólk búgva hvar í Asia. Í hesum
heimsparti eru tey fjølbygdastu økini í heiminum, men har eru eisini
veldiga stórar oyðimerkur, har eingin býr.
Nógv tey flestu búgva í fruktagóðum áardølum ella aðrastaðni, har
gott jørðildi kann veita nógvum fólkum mat. Á oynni Java í Indonesia,
sum hevur fruktagott jørðildi, ið stavar frá eldgosum, búgva um leið
140 milliónir fólk. Á grannaoynni Borneo er ikki so fruktagott, og har
búgva einans 12 milliónir fólk, hóast Borneo er næstan 6 ferðir so stór
sum Java.
Í teimum fólkaríku londunum Kina og India eru summi øki, ið eru
sera fjølbygd, og aðrastaðni er strálbygt. Í norðasta partinum av Asia,
Sibiria, búgva ikki nógv fólk, og har er ofta langt at ferðast úr einum
bygdum staði í annað. Tey flestu búgva í býum við námsvinnu, havnar
býum ella fram við Transsibirisku jarnbreytini.
Ísrael er dømi um eitt land, sum av fyrstan tíð var sera strálbygt, men
sum nú er fjølbygt. Broytingin kom í lag í sambandi við, at hetta staðið
gjørdist heimland hjá tí jødiska fólkinum. Jødar úr øllum heiminum
eru fluttir til Ísraels. Samstundis eru nógv teirra, sum áður búðu har,
flutt til onnur øki har í nánd. Soleiðis er til dømis vorðið ómetaliga
fjølbygt rundan um Gaza bý, hóast lendið har er oyðimørk.
Fólkatalið veksur skjótt
Fólkatalið veksur í næstan øllum Asia. Í summum londum er
ein skjótur vøkstur, meiri enn tvey prosent um árið. Nógvastaðni er
vøksturin tó minkaður, serliga í Suðurkorea, Taivan og Tailandi. Tað
stendst einamest av, at fólk fáa betri lívskor, til dømis hægri inntøku og
atgongd til skúlaverk og heilsuverk.
Í Kina hevur tað eydnast myndugleikunum at steðga fólkavøkstr
inum, men tað er gjørt á ein harðrendan hátt við at hótta og revsa tey,
sum fingu fleiri børn enn loyvt. Strangar reglur eru fyri, hvussu nógv
børn hvør familja hevur loyvi at fáa. Í Japan minkar fólkatalið.
Nógvastaðni í Asia veksur fólkatalið, tí at so nógv flyta hagar. Hetta
er fyrst og fremst galdandi fyri oljustatirnar í Vesturasia, til dømis
Saudiarabia, Sameindu Emirríkini og Kuvait.
Staðarnøvn verða
stavað ymiskt
Tað er sera ymiskt, hvussu
staðarnøvn verða stavað í
teimum ymsu bókunum og
kortunum. Summi nøvn verða
týdd til tað málið, sum verður
nýtt á kortinum ella í bókini,
og onnur vera vanliga ikki
umsett.
Reglurnar fyri, hvussu
staðarnøvn verða stavað,
kunnu verða broyttar. Tí
verða til dømis nógv kinesisk
staðarnøvn stavað øðrvísi nú á
døgum enn áður.
Staðarnøvn kunnu eisini
broytast. Summir býir í India
hava til dømis fingið nýtt navn
hesi seinastu árini.
Royn at samanbera ymisk kort
og vita, um tú finnur nøkur
støð, har navnið er broytt!