Landafrøði 3 - page 32

32
ASIA
Asia
Asia er stórt, ómetaliga stórt.
Heimsparturin er um leið ein triðingur
av landjørðini í heiminum, og har býr
meira enn helvtin av øllum fólkinum á
jørðini.
Størsta landið í heiminum, Russland,
er tað størsta landið bæði í Evropa
og í Asia. Um leið tríggir fjórðingar
av Russlandi eru í Asia. Tvey tey
fólkaríkastu londini í heiminum, Kina
og India, eru í Asia. Har er eisini eitt
tað strálbygdasta landið í verðini,
Mongolia.
Summastaðni í Asia er altíð heitt,
men har eru eisini tey kaldastu plássini
á allari jørðini. Tað eru alstórir munir
á náttúru, veðurlagi, og hvussu
menniskju liva.
Bangladesj er eitt tað fjølbygdasta
landið í heiminum. Hetta tokið, við
túsundtals muslimskum pílagrímum,
er tó óvanliga fullsett.
RUSSLAND
EYSTURASIA
VESTURASIA
SUÐURASIA
LANDSYNNINGSASIA
MIÐASIA
Tað friðaða náttúruøkið Kronotsky á
Kamtjatkahálvoynni eystarlaga í Russlandi.
I...,22,23,24,25,26,27,28,29,30,31 33,34,35,36,37,38,39,40,41,42,...172
Powered by FlippingBook