EVROPA
23
verður velt í Po-dalinum í Italia og í Spania, har Ebro-áin rennur. Har
er nóg mikið av vatni, og summarið er heitt við nógvari sól.
Ímeginpartinumav Suðurevropa vaksa víntrø, sitrusfruktir og olivin.
Í sólríkum dølum ber eisini til at heysta víndrúvur longri norðuri, enntá
í Danmark. Summastaðni í Evropa eru øki, sum av ymsum orsøkum
hava lagt seg eftir einari ávísari framleiðslu. Í Norðuritalia eru til
dømis nógvar súreplalundir. Í Fraklandi fer nógv mjólk til at gera ost.
Í Ungarn dyrka tey stórar nøgdir av paprika. Í Suðuronglandi veksur
nógv humla, sum verður brúkt at bryggja øl.
Fáir bøndur – stórir garðar
Næstan allastaðni í Evropa gerast garðarnir størri og størri. Tað ber
illa til hjá bóndagørðum, sum ein familja rekur, at klára seg fíggjarliga,
og tí verða fleiri garðar lagdir saman í størri jarðarbrúk. Alsamt færri
bøndur framleiða alsamt meira mat. Tað ber til, millum annað tí at
betri tøkni til landbúnað verður ment, og tí at nógv verður gjørt við at
kynbøta plantur og húsdýr.
Nógv jarðarbrúk hava eisini lagt seg eftir einari ávísari grøði ella
kanska tveimum. Harumframt nýta tey flestu nógv handilstøð og eitur
móti loki og skaðadýrum. Alt hetta ger, at meira fæst burturúr.
Stórir munir eru
Summastaðni í Eysturevropa gerast garðarnir smærri heldur enn størri.
Áður vóru risastór jarðarbrúk, sum staturin átti, ella sum allir bøndur
í einari bygd áttu í felag. Nógv av hesum jarðarbrúkum eru nú lutað
sundur og einskild, so at hvør bóndi eigur sín garð. Men stórir munir
eru úr einum øki ella landi í annað. Í Póllandi eru summir garðar so
smáir, at bóndin bara eigur ein akur, ið er fáar metrar breiður, og so eru
aðrir garðar, sum eru fleiri hundrað hektarar.
Í Suðurevropa eru ikki so fáar tómar bygdir, sum falla í órøkt, tí at
fólkið, sum búði har, er flutt til býirnar at leita eftir arbeiði og betri
inntøku. Aðrastaðni blóma bygdirnar og vaksa, tí tey eru farin undir
onkra framleiðslu, sum loysir seg, ella kanska hava tey fingið studning
frá statinum ella úr ES.
Nógvastaðni í Eysturevropa og í Suðurevropa nýta tey framvegis
ross, esil og múldýr í landbúnaðinum. Men tað ber eisini til at leiga
maskinur og fólk frá einari maskinstøð, og tey kunnu koma at sáa ella
heysta grøðina við framkomnum maskinum.
Hvussu nógv starvast í
landbúnaðinum
Tann parturin av
fólkinum, sum arbeiðir í
landbúnaðinum, er lítil í
flestøllum londum í Evropa.
Í Bretlandi eru einans
2 prosent av fólkinum
bøndur, hóast har er nógv
landbúnaðarjørð. Pólland
er tað landið í Evropa, har
størsti parturin er bøndur.
Har arbeiða um leið 20
prosent av fólkinum í
landbúnaðinum.