Landafrøði 3 - page 18

18
EVROPA
Náttúra og veðurlag
Í Evropa eru nógv sløg av landslagi og veðurlagi. Eisini skapið á hesum
heimsparti er fjølbroytt. Oyggjar og hálvoyggjar síggjast aftur víða hvar
á kortinum. Tær fýra stóru hálvoyggjarnar eru Skandinavia (Noreg
og Svøríki), Iberiska hálvoyggin (Spania og Portugal), Appennina­
hálvoyggj (Italia) og Balkan (Grikkaland og londini norðanfyri). Tær
størstu oyggjarnar eru Bretland, Írland og Ísland. Nógvar smáar oyggjar
verða væl vitjaðar av ferðafólki, til dømis oyggjarnar úti fyri griksku og
sponsku strondini.
Slættlendi og høg fjøll
Nógvastaðni í Evropa eru stór slættlendi við sera fruktagóðari jørð. Teir
størstu slættarnir eru eystarlaga í Evropa: í Póllandi, Ukraina, Hvíta­
russlandi og Russlandi. Slættlendið í Ukraina er einamest løssjørð og
sortujørðildi. Fruktagóðir slættar eru eisini í Po-dalinum í Norðuritalia
og í Norðurtýsklandi, Danmark, Niðurlondum, Belgia og Ungarn.
Jørðildið í Po-dalinum er vorðið til úr føðsluríkari móru, sum áirnar
hava ført við sær. Í Týsklandi, Danmark og Niðurlondum er einamest
brúnjørðildi.
Í Ukraina er tað størsta fruktagóða
slættlendið í Evropa.
I...,8,9,10,11,12,13,14,15,16,17 19,20,21,22,23,24,25,26,27,28,...172
Powered by FlippingBook