EVROPA
13
Søga
Nøkur av teimum allarfyrstu menniskjasløgunum á jørðini hava fingið
navn eftir staðarnøvnum í Evropa. Í týska býnum Neanderthal vórðu
funnar leivdir frá neanderthal-menniskjanum, sum livdi fyri 35.000
til 75.000 árum síðan. Okkara egna menniskjaslag, Homo Sapiens
sapiens, verður eisini nevnt Cro-Magnon eftir einum helli í Fraklandi.
Har hava tey funnið meira enn 30.000 ára gamlar leivdir frá okkara
menniskjaslagi. Søgan hjá mannaættini í Evropa er so statt sera gomul.
Hildið verður, at landbúnaður hevur verið her í um leið 8.000 ár.
Sjóferðir og rannsóknarferðir
Í túsundtals ár eru ymisk samfeløg í Evropa vaksin fram, hava blómað
og eru farin aftur, eins og tað eisini er hent í øðrum heimspørtum.
Evropa er umgirt av sjógvi, her eru nógvar góðar náttúruhavnir, og tí
fóru fólk úr Evropa tíðliga í tíðini undir ferðir út á hav. Longu seinast
í 15. øld funnu evropearar nýggjar sjóleiðir til aðrar heimspartar. Har
løgdu teir stór landaøki undir seg og útvegaðu sær nógv hjálond.
Hjálandatíðin
Hjálandastevnan og blómandi handilslív elvdu til, at nógv lond
í Evropa gjørdust rík og sterk. Evropearar vórðu teir ráðandi
kring heimin. Í hjálondum kring allan heim ognaðu teir sær stórt
náttúruríkidømi, millum annað gull og silvur í Suðuramerika og
Miðamerika. Í Landsynningsasia funnu teir virðismikil kryddarí.
Spania og Portugal tóku sær hjálond í Suðuramerika og Miðamerika
longu í 16. øld. Niðurlendingar vóru eisini tíðliga á ferð og útvegaðu
sær hjálond sunnarlaga í Afrika og eystarlaga í Asia. Harumframt fingu
nógv lond sær handilsstøðir ymsastaðni í heiminum. Bretland var sum
hjálandaveldi í hæddini væl seinni, um aldaskifti 1900.
Tað eru eisini hjálond í Evropa. Malta og Gibraltar vóru undir
bretskum valdi. Malta fekk sjálvstýri í 1964, men Gibraltar hoyrir
framvegis til Bretlands. Føroyar hoyra til Danmarkar, men hava
heimastýri.
Hjálandastevnan hevði við sær, at nógv fólk í Evropa fingu góð
lívskor. Men hon bar eisini í sær, at fólk í hópatali fluttu út í aðrar
heimspartar. Fólkatalið í Írlandi er nú minni enn helvtin av tí, sum tað
var í 1840-árunum, fyrst og fremst av tí, at so nógvir írar fluttu í onnur
lond. Nú á døgum eru eftirkomarar hjá evropearum ein stórur partur
av fólkinum í Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.
Eitt bretskt hjáland
í Evropa
Gibraltar á suðurendanum
á Spania er eitt bretskt
hjáland í Evropa. Har
búgva um leið 30.000
fólk. Økið er eitt stórt
berg, sum er 5 kilometrar
langt, 1 kilometur breitt
og 400 metrar høgt. Fyrr í
tíðini hevði hetta plássið
stóran týdning, tí haðani
bar til at hava eftirlit
við allari sjóferðslu inn í
Miðjarðarhav. Spania hevur
leingi kravt, at Bretland skal
lata spaniólum Gibraltar.
•
Kanna, hvørji øki kring
heimin framvegis verða
stýrd úr Evropa. Royn at
hugsa um, hvat hetta hevur
at týða fyri gerandisdagin
hjá fólkinum har.
?