EVROPA
17
Mál og átrúnaður
Tað eru nógv, sum halda, at í hvørjum av londunum í Evropa
verður tosað eitt og sama mál, sum er málið hjá tjóðini: danskt,
týskt, italskt, grikskt o.s.fr. Men í øllum londum verður tosað
meira enn eitt mál. Tað stendst millum annað av, at rættiliga
nógv fólk eru ættað úr øðrum londum. Í Týsklandi tosa um leið
2 milliónir fólk turkiskt. Í Estlandi og Lettlandi eru nógv, sum
tosa russiskt. Tey fluttu hagar, tá ið hesi londini vóru partar av
Sovjetsamveldinum.
Ein onnur orsøk til, at fleiri mál verða tosað í einum landi,
er, at markini eru flutt. Til dømis er markið millum Týskland
og Danmark flutt nakrar ferðir aftur og fram. Í Suðurjútlandi
í Danmark eru tí nógv, sum tosa týskt, og í Norðurslesvík í
Týsklandi eru nógv, sum tosa danskt. Í nógvum londum eru
minnilutatjóðir, ið hava sína egnu mentan og sítt egna mál, sum
er líka gamalt sum tjóðarmálið. Í norðasta partinum av Evropa,
bæði Norðurlondum og Russlandi, verða ymisk sámisk mál
tosað. Sámiskt er í ætt við finskt, estiskt og ungarskt. Eystarlaga
í Týsklandi er ein fólkabólkur, ið tosar sorbiskt, eitt slaviskt mál,
sum líkist pólskum og kekkiskum. Í pørtum av Norðurspania
og Suðurfraklandi tosa tey baskiskt. Tað er eitt mál, sum ikki er
í ætt við nakað annað mál.
Frá gamlari tíð hevur romafólkið, sum áður varð nevnt
sigoynarar, livað sum minniluti í ymsum evropeiskum londum,
mest í Eysturevropa. Tey hava sítt egna mál og egna mentan.
Somuleiðis hava jødiskir minnilutar búð nógvastaðni og hava
hildið fast við sína egnu mentan.
Til samans eru millum 100 og 125 upprunamál í Evropa.
Harumframt eru sjálvandi øll tey málini, sum tilflytarar úr
øðrum heimspørtum tosa.
Kristindómur er vanligasti átrúnaður
Nógv tann vanligasti átrúnaðurin í Evropa er kristindómurin.
Ymsar greinar eru av kristindómi. Einfalt sagt, so hoyra tey
flestu í Norðurevropa, Týsklandi og Bretlandi til ymiskar prote
stantiskar kirkjur. Í Russlandi og landsynningspartinum av
Evropa er tann grikskt–ortodoksa kirkjan tann størsta. Í restini
av Evropa hoyra tey flestu til ta rómversk–katólsku kirkjuna. Í
landsynningspartinum av Evropa eru eisini nógvir muslimar,
serliga í tí evropeiska partinum av Turkalandi, og somuleiðis í
Albania og Bosnia-Hersegovina.
Hesin katedralurin í Moskva er nýliga bygdur
uppaftur eftir gomlum tekningum. Tann fyrri var
oyðilagdur av sovjetsku stjórnini í 1931. Tá varð
ein uttandura svimjihylur bygdur har, sum kirkjan
hevði verið.