30
EVROPA
VIT STEÐGA Á Í EVROPA
Baskaraland–landið,sumikkier til
Í Baskaralandi búgva um leið 3 milliónir fólk. Nógv teirra
tosa baskiskt, eitt mál, sum ikki líkist nøkrum øðrummáli
í heiminum. Tað eru ymsar hugsanir um, hvaðan hetta
málið stavar, men ein vanlig fatan er tann, at hetta er
eitt upprunaligt mál í hesum øki, har onnur mál, sum
líktust tí, eru útdeyð. Tað er sannlíkt, at baskarar eru
ættaðir frá teimummenniskjunum, sum skapaðu
teir minst 16.000 ára gomlu málningarnar, sum eru
funnir í hellum í Spania og Fraklandi.
Baskaraland fevnir um partar av Norðurspania og
Suðurfraklandi Upp í tað søguliga Baskaralandið verða
roknaðir tríggir landslutir í Fraklandi og fýra í Spania, til
samans um leið 20 000 km
2
Tað er góðar 14 ferðir so stórt
sum Føroyar Har eru ídnaðarbýir, eitt nú Bilbao, vakrar
baðistrendur við Atlantshavið og strálbygd fjallalendi