Landafrøði 3 - page 66

66
AFRIKA
Náttúran í Afrika
Stórur partur av Afrika er rættiliga slætt hálendi. Í miðal
er hæddin 750 metrar oman fyri vatnskorpuna. Hálendið
røkkur úr Eritrea í ein landnyrðing og suður til Suðurafrika.
Høvuðsstaðirnir Asmara í Eritrea og Addis Abeba í Etiopia
eru í meira enn 2.000 metra hædd. Nógvir aðrir býir eru í
meira enn 1.000 metra hædd.
Høg fjøll, djúp vøtn og langar áir
Nógv høg fjøll eru í Afrika. Kilimanjaro, Mount Kenya
og Margherita Peak eru gomul gosfjøll, sum eru meiri enn
5.000 metrar høg. So høgt uppi liggur kavin alt árið, hóast
fjøllini eru nær við miðkring.
Gjøgnum alt eystara Afrika gongur ein stórur, djúpur
rivudalur, sum eitur Stóri Rivudalur. Hann er um leið
5.000 kilometrar langur.
Niðri í rivudalinum eru nógv stór, djúp vøtn, millum
onnur Tanganyikavatn og Malavivatn. Tanganyikavatn,
sumer 1.435metrar djúpt, er næstdjúpasta vatn í heiminum.
Longur norðuri er Viktoriuvatn, sum er triðstørsta
vatn í heiminum. Eitt annað stórt vatn er Kjadvatn. Men
eftirsum tað bara er fáar metrar djúpt, hvørvur tað næstan,
tá ið turkur er.
Nógvar av áunum í Afrika eru langar og vatnríkar.
Tann longsta er Nilá, sum er meiri enn 6.500 kilometrar
long. Nilá rennur úr hálendinum í Uganda og Etiopia
oman gjøgnum Suðursudan, Sudan og Egyptaland út í
Miðjarðarhav.
Tann áin, sum mest vatn rennur gjøgnum, er Kongoá.
Hon er týdningarmikil farleið í teimum stóru økjunum, har
eingir vegir eru. Aðrar týðandi áir eru Niger og Zambezi.
Hægsta fjallið í Afrika, Kilimanjaro,
er næstan 6.000 metrar høgt. Á
tindinum eru jøklar. Niðri á sløttum
eru stórar savannur, har nógv villini
dýr liva.
nytt original
behövs
I...,56,57,58,59,60,61,62,63,64,65 67,68,69,70,71,72,73,74,75,76,...172
Powered by FlippingBook