Landafrøði 3 - page 63

AFRIKA
63
ferkilometri. Meginparturin býr á bygd. Bara millum 10 og 18 prosent
av fólkinum búgva í býum.
Í Móritius, sum er ein oyggj í Indiahavi, troka ein heil millión fólk
seg saman á einum øki, sum bara er 1½ ferðir so stórt sum Føroyar!
Stórir ójavnar í summum londum
Stórir munir á eru eisini á, hvussu tætt fólk búgva í einum og sama
landi. Tað veldst ofta um náttúruviðurskiftini. Egyptaland er eitt gott
dømi. Meginparturin av landinum er oyðimørk, har eingin býr. So at
siga alt fólkið í Egyptalandi býr á einum smølum geira av fruktagóðari
jørð fram við Nilá.
Í londum sum Suðurafrika, Simbabvi og Kenja eru víðfevnd øki við
góðari landbúnaðarjørð, har ómetaliga stórir garðar eru. Har búgva fá
fólk, men uttan fyri hesi øki vóru áður sonevnd reservat, har afrikanska
fólkið slapp at búseta seg. Á hesum støðum búgva framvegis nógv fólk,
hóast jørðildið har ofta er vánaligt.
Fólkatalið í Afrika veksur skjótt
Í næstan øllum Afrika veksur fólkatalið skjótt. Um leið helvtin av
øllum fólkinum er børn undir 15 ár. Bara trý prosent eru eldri enn 65
ár. Í Føroyum eru tað 15 prosent, sum eru 65 ár og eldri, og 22 prosent
av fólkinum eru undir 15 ár.
Tveir triðingar av fólkinum í Afrika búgva á bygd, men býirnir
vaksa skjótt. Mangan er eingin, sum veit, hvussu nógv fólk búgva í
stórbýunum. Hvønn dag flyta nógv hagar og byggja sær ein einfaldan
bústað í onkrum fátækabýlingi, ella tey flyta inn til skyldfólk at búgva.
Størsti býurin í Afrika er Kairo í Egyptalandi. Hildið verður, at har
búgva 18 milliónir fólk í býnum við forstøðum. Aðrir sera stórir býir
eru Lagos í Nigeria, Johannesburg í Suðurafrika, Kinshasa í Kongo og
Khartoum í Sudan. Teir hava allir meiri enn 5 milliónir íbúgvar.
Fólkaríkastu londini í Afrika
í 2010, milliónir íbúgvar
Nigeria
158
Etiopia
85
Egyptaland
84
Kongo (Kinshasa)
68
Suðurafrika
50
Tansania
45
Kenja
41
Kanna, hví býtið av jørð
er vorðið so órættvíst í til
dømis Suðurafrika, Sim-
babvi, Namibia og Kenja,
men ikki í Botsvana,
Tansania ella Gana.
Hvat kann gerast við
órættvísið nú á døgum?
?
I...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68,69,70,71,72,73,...172
Powered by FlippingBook