Landafrøði 3 - page 65

AFRIKA
65
Nógvir ymiskir átrúnaðir
Um leið ein triðingur av fólkinum í Afrika er muslimar. Trúgv teirra er
islam. Meginparturin av muslimunum býr í Norðurafrika og fram við
eysturstrondini.
Helvtina so nógv eru tey, ið verða roknað sum kristin, ella um leið
sætta hvørt fólk í Afrika. Í londunum í Eysturafrika og í Suðurafrika
búgva nógv fólk av indiskum uppruna. Flestu teirra hava hinduismu
sum sína trúgv. Helvtin av fólkinum í Afrika hevur ymsar staðbundnar
átrúnaðir, sum hvør sær tó ikki hevur stóra undirtøku.
Alla tíðina henda broytingar í átrúnaði, og nógv fólk blanda til dømis
saman kristna læru við staðbundna átrúnarliga siðvenju.
Summastaðni í Vesturafrika eru flestøll
muslimar. Her er eitt sølutorg framman
fyri ta stóru moskuna í Djenne í Mali.
Í hesum býnum var longu í 14. øld ein
lærdur háskúli.
I...,55,56,57,58,59,60,61,62,63,64 66,67,68,69,70,71,72,73,74,75,...172
Powered by FlippingBook