68
AFRIKA
Meirienn1.000mmumárið
500 -1.000mmumárið
Minnienn500mmumárið
Avfall::
SAVANNUVEÐURLAG
SAVANNUVEÐURLAG
S
u
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
Miðkringur
MIÐJARÐARHAVSVEÐURLAG
MIÐJARÐARHAVSVEÐURLAG
OYÐIMARKARVEÐURLAG
TROPISKT
REGNSKÓGARVEÐURLAG
OYÐIMARKARVEÐURLAG
OYÐIMARKAR-
VEÐURLAG
Allarsunnast, í útsynningspartinum í Suðurafrika, og allarnorðast
(við suðurstrondina á Miðjarðarhavi) er
miðjarðarhavsveðurlag
. Har
er heitt og turt um summarið og slavið og lýtt um veturin. Í hesum
veðurlagnum trívast appilsintrø og onnur sitrustrø, eins og vínviður og
olivintrø.
Heimsins størsta oyðimørk
Í norðara parti av Afrika er tann veldiga stóra oyðimørkin Sahara, sum
er heimsins størsta oyðimørk. Eystantil fer Sahara yvir í Libyaoyðimørk
og Nubiaoyðimørk. Hesar tríggjar oyðimerkurnar eru einamest grús,
steinar og grót.
Í Sahara eru fjøll, sum eru næstan 3.000 metrar høg. Helluristingar
og málningar á hellu og bergi eru at finna í oyðimørkini. Myndirnar eru
7.000 ára gamlar og vísa, at hetta økið einaferð var grønt og gróðurríkt,
og at nógv fólk búðu her.
Í útsynningspartinum í Afrika eru Namibiaoyðimørkin og Kalahari
oyðimørkin. Ein partur av Kalahari verður nevndur hálvoyðimørk, tí
har veksur eitt lítið sindur av grasi.
Fá fólk búgva í oyðimørkunum. Búføst eru tey bara í oasunum, har
Láglendisgorillur norðarlaga í Kongo
(Brazzaville).
Ríkt djóralív í Afrika
Nú á døgum eru savannurnar og
steppurnar í Afrika fyri ein part
dyrkaðar, ella tær verða nýttar
til beiti hjá húsdýrum. Men har
eru eisini stórar savannur, sum
eru órørdar av mannahond. Ein
orsøk til tað er tse-tse-flugan.
Hon er smittuberi av einari
sjúku, sum dýr doyggja av,
og sum kann gera menniskju
álvarsliga sjúk. Tí lata tey ikki
húsdýrini ganga har, sum tse-
tse-flugan heldur til.
Á teimum strálbygdu
savannunum liva nógv villini dýr.
Í tí opna landslagnum er lætt at
bera eyga við fílar, gnýir, sebrur,
giraffar, antilopur og onnur dýr.
VEÐURLAGIÐ
Í AFRIKA